Alt
 
í tíni kurv
 
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Prísur: 0 kr
2.500 kr
Vørumerki:
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur

Skráset kvittan

 

Tá ið tí keypir í okkara handil, kanst tú skráseta títt DutyfreeFAE - kort við kassan, so tú fært tíni stig sett á tín brúkara.

Um tú av onkrari orsøk ikki fekk skrásett tíni stig í sambandi við títt keyp, kanst tú eftirskráseta tína kvittan her. 

 

Soleiðis eftirskrásetir tú kvittan

1. Rita inn við tínum brúkara

Rita inn við tínum brúkara á forsíðuni við brúkaranavni (teldupostadressa) og loyniorði.

Um tú ikki ikki minnist títt loyniorð, vel Gloymt títt loyniorð og fáa skrásett nýtt loyniorð áðrenn tú so kanst rita inn av nýggjum.

 

 

2. Tín brúkari

Tá ið tú hevur ritað inn, kemur tú inn á títt brúkarayvirlit.

Í høgra bredda er eitt yvirlit um títt Plusskort, ið tú hevur skrásett til tín brúkara. Fyri at eftirskráseta kvittan, skal tú velja Vís yvirlit

Gev gætur: Um tí ikki hevur skrásett nakað Plusskort, skal hetta gerast áðrenn tú kanst eftirskráseta kvittan. Um tú einki plusskort hevur, kanst tú 
1) Heinta títt Plusskort við kassan í DutyfreeFAE ella 2) Fáa hetta sendandi við at trýsta á her.

 

 

3. Vel Skráset kvittan

Vel Skráset kvittan niðast á yvirlitinum:

 

 

 

4. Skráset kvittan

 

Á tínari kvittan skalt tú nýta teigarnar

Bon
Dømi: 000000000K1000011460 (talið 0 (Null))

PIN: 4 tøl
Dømi: 1812

Hesi skrásetur tú síðani í teigarnar saman við tínum for- og eftirnavni, umframt telduposti. Teldupostadressan verður einans nýtt til at tryggja, at stigini verða skrásett á rætta brúkaran. 


Vel at enda Send fyri at skráseta. Legg til merkis, at tú ikki fært nakra váttan sendandi, tá stigini eru skrásett. Eftir eina løtu kunnu skrásettu stigini síggjast á tínum yvirliti.

 

Tørv á meira hjálp?

Um tú hevur tørv á aðrari hjálp, ert tú vælkomin at seta teg í sambandi við okkum - sí meira her.