Alt
 
í tíni kurv
 
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Prísur: 0 kr
2.500 kr
Vørumerki:
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur

Tollreglur

Øll ferðandi kunnu keypa hesa vøru til egna nýtslu uttan at rinda toll- og avgjald. Er talan um rúsdrekka og tubbak, skal ein vera fyltur 18 ár. 
Sí annars galdandi reglur á heimasíðuni hjá TAKS her.

  • Rúsdrekka
    • 1 litur av rúsdrekka upp til 60%* + 1 litur av heitvíni upp til 22%* + 2 litrar av øli ella 2 litrar cider upp til 5,8%*
    • ella 1 litur av rúsdrekka upp til 60% + 2,25 litrar av borðvíni + 2 litrar av øli ella 2 litrar cider upp til 5,8%*
    • ella 2,25 litrar av heitvíni upp til 22%* + 2 litrar av øli ella 2 litrar cider upp til 5,8%*
    • ella 4,5 litrar av borðvíni + 2 litrar av øli ella 2 litrar cider upp til 5,8%*
    • ella 10 litrar av øli ella 10 litrar av cider upp til 5,8%

      **) % vol.alk

  • Tubbaksvørur
    • 200 sigarettir
    • ella 100 sigarillos
    • ella 50 sigarir
    • ella 250 gr. av tubbaki

  • Luktilsi o.a.
    • Luktilsi, í mesta lagi 50 gr.
    • Rakivatn, í mesta lagi 25 cl.
    • Sjokulátuvørur, í mesta lagi 3 kg.
    • Sodavatn, í mesta lagi 10 litrar

  • Aðrar vørur
    • Ferðandi kunnu eisini taka aðrar vørur við toll- og avgjaldsfrítt. Hesar vørur mugu ikki hava hægri virði enn 2.500 kr. uttan mvg til samans. Hevur vøran hægri virði enn 2.500 kr., skal hon tollast av fulla virðinum.
    • Vøra, sum hoyrir saman sum eind, kann ikki flytast inn partvíst ella fleiri ferðir ella av fleiri persónum toll- og avgjaldsfrítt, hóast virðið á hvørjum parti sær er lægri enn 2.500 kr.


(Trýst á myndina fyri at síggja sum PDF - fíla)

 

Føroyar eru ikki limir í Europeiska Samveldinum. Føroyar eru somuleiðis ikki við í EBS-samstarvinum.

Tað merkir, at serligar reglur eru galdandi fyri innflutning av vørum til Føroyar.

Mælt verður tí til at spyrja tollmyndugleikarnar hvørjar ásetingar til eina og hvørja tíð eru galdandi.

Tú kann síggja myndina omanfyri sum PDF - fíla her.