Alt
 
í tíni kurv
 
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Prísur: 0 kr
2.500 kr
Vørumerki:
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur

Duty Free FAE Pluss

 

um dutyfreefae pluss

Duty Free FAE Pluss er ein ókeypis fyrimunarskipan, ið bjóðar tær avsláttirstig, tá ið tú keypir í DutyfreeFAE í Vága Floghavn ella bíleggur vøru á okkara heimasíðu. 

Tú kanst meldað teg til sum Pluss - brúkara niðast á síðuni ella her. Tað er ómaksleyst og ókeypis at skráseta teg.

 

Altíð góðar prísir

Dutyfree FAE er millum bíligasti, tollfríu handlar á flogvøllum um okkara leiðir. Vit leggja stóran dent á, altíð at hava so góðar prísir sum til ber, so tú kanst njóta ferðina og síðani keypa tínar vørur í Føroyum.

 

SOLEIÐIS SAVNAR TÚ Avsláttarstig

Keyp í DutyfreeFAE:

  • Fyri at fáa avsláttarstig tá ið tú keypir í okkara handli, skal tú hava eitt Pluss - kort.
  • Tú fært Plusskortið við kassan í okkara handli og skal tú síðani skráseta hetta á tínum brúkara. Les meira um hetta her


Bílegg PRE-ORDER á heimasíðuni:

  • Tá ið brúkarin er stovnaður, fært tú avsláttarstig hvørja fer tú bíleggur á okkara heimasíðu. Minst bara til at rita inn við tínum brúkarara áðrenn tú byrjar at koyra vøru í innkeypsvognin. 
  • Tú fært dupult stig fyri hvørja krónu, ið tú keypir fyri á heimasíðuni. 
  • Um tú bíleggur Pre - order frá heimasíðuni, er minsta upphæddin pr. ordra 50,00 DKK ella 7,00 Euro.

Fáa OG SKRÁSET Skráset títt kort  - minst til at hava tað við tær

  • Minst til at skráseta títt Plusskort til tín brúkara her á heimasíðuni.
  • Tú fært títt Plusskort við kassan í DutyfreeFAE og kann brúka kortið at skráseta tíni stig við, tá ið tú keypur í handlinum. Minst bara til, at hava Plusskortið við tær, so vit fáa skrásett stigini á tín brúkara. 
  • Bíleggur tú vørur umvegis okkara Pre - Order á heimasíðuni, skal tú bara logga inn á heimasíðuna við tínum brúkara. Títt skrásetta teldupostadressa er tín brúkari.

   

sOLEIÐIS VIRKA avsláttarstigINI

Sum Pluss - brúkari kanst tú savna og nýta avsláttarstig á henda hátt:

  • Savna tær avsláttarstig hvørja ferð tú keypir í okkara handli í Vága Floghavn.
  • Tú fært 1 stig fyri hvørjar 66 krónur ið tú keypir fyri. Dømi: 1.000 kr. = 15 stig.
  • Bílegg Pre-Order á heimasíðuni, fært tú dubult stig fyri hvørja krónu. Dømi: 1.000 kr. = 30 stig. Minst bara til at rita inn við tínum brúkara áðrenn tú byrjar at bíleggja.
  • Hvørt stig gevur tær virði á 1 krónu.
  • Tú kanst keypa í DutyfreeFAE fyri stigini, ið tú hevur savnað tær. Minst bara til at hava Pluss - kortið við tær, so vit kunnu skráseta tíni stig. 
  • Tú kanst eisini nýta stigini við at keypa Pre-Order á okkara heimasíðu. Tú ið tú skalt gjalda við tínum gjaldskorti, kanst tú velja eisini at gjalda við avsláttarstigum. 

GG! Legg til merkis, at vit pr. 14. mai 2020 hava broytt okkara stigaskipan fyri avsláttarstig, men fært tú framvegis sama avsláttur. Les meira um hetta her.

 

MELDA TIL NÚ OG SAVNA STIG!

Melda teg til DutyfreeFAE Pluss við at útfylla teigarnar niðanfyri. Meira kunning verður tá send tær umvegis teldurpost.