Tollreglur
Øll ferðandi kunnu keypa hesa vøru til egna nýtslu uttan at rinda toll- og avgjald. Er talan um rúsdrekka og tubbak, skal ein vera fyltur 18 ár.
Sí annars galdandi reglur á heimasíðuni hjá TAKS.
- Rúsdrekka
- 1 litur av rúsdrekka upp til 60%* + 1 litur av heitvíni upp til 22%* + 2 litrar av øli ella 2 litrar cider upp til 5,8%*
- ella 1 litur av rúsdrekka upp til 60% + 2,25 litrar av borðvíni + 2 litrar av øli ella 2 litrar cider upp til 5,8%*
- ella 2,25 litrar av heitvíni upp til 22%* + 2 litrar av øli ella 2 litrar cider upp til 5,8%*
- ella 4,5 litrar av borðvíni + 2 litrar av øli ella 2 litrar cider upp til 5,8%*
- ella 10 litrar av øli ella 10 litrar av cider upp til 5,8%**) % vol.alk
- Tubbaksvørur
- 200 sigarettir
- ella 100 sigarillos
- ella 50 sigarir
- ella 250 gr. av tubbaki
- Luktilsi o.a.
- Luktilsi, í mesta lagi 50 gr.
- Rakivatn, í mesta lagi 25 cl.
- Sjokulátuvørur, í mesta lagi 3 kg.
- Sodavatn, í mesta lagi 10 litrar
- Aðrar vørur
- Ferðandi kunnu eisini taka aðrar vørur við toll- og avgjaldsfrítt. Hesar vørur mugu ikki hava hægri virði enn 2.500 kr. uttan mvg til samans. Hevur vøran hægri virði enn 2.500 kr., skal hon tollast av fulla virðinum.
- Vøra, sum hoyrir saman sum eind, kann ikki flytast inn partvíst ella fleiri ferðir ella av fleiri persónum toll- og avgjaldsfrítt, hóast virðið á hvørjum parti sær er lægri enn 2.500 kr.

Føroyar eru ikki limir í Europeiska Samveldinum. Føroyar eru somuleiðis ikki við í EBS-samstarvinum.
Tað merkir, at serligar reglur eru galdandi fyri innflutning av vørum til Føroyar.
Mælt verður tí til at spyrja tollmyndugleikarnar hvørjar ásetingar til eina og hvørja tíð eru galdandi.

