Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Prísur |
---|
Tú kanst fáa títt Plusskort tá tú vitjar Duty Free FAE í Vága Floghavn. Um tú hevur móttikið títt Plusskort, kanst tú skráseta kortið niðanfyri.
Fyri at skráseta kortið, skalt tú stovna tær ein Duty Free FAE Pluss brúkara ella nýta brúkaran, ið tú áður hevur stovnað. Um tú ikki hevur stovnað tær ein brúkara frammanundan, kanst tú gera tað her.
1. Tú kanst biðja um eitt nýtt Plusskort við kassan, tá ið tú vitjar DutyfreeFAE næstu ferð.
Gev gætur: Kortið skal vera skrásett á tín brúkara, áðrenn tú kanst nýta nýggja kortið til at fáa ella nýta avsláttarstig. Um tú keypir vøru áðrenn tú fært skrásett nýggja kortið, kanst tú goyma kvittanina frá keypinum og skráseta hana, tá ið kortið er skrásett. Tú skrásetur tína kvittan her.
2. Innrita við tínum brúkara niðanfyri. Brúkaranavnið er tín teldupostadressa, ið tú áður hevur skrásett tín brúkara við.
2. Tá ið tú hevur innritað, skalt tú nýta upplýsingar á baksíðuni á Plusskortinum:
3. Vel Goym og er títt Plusskort klárt at nýta.
Tá ið tú hevur skrásett títt Plusskort á fyrsta sinni, geva vit tær 1000 ókeypis stig. Kortið er nú klárt at nýta í Duty Free FAE, har tú kanst savna tær stig, tá tú keypir í okkara handli.