Bílegg frammanundan og spar tíð
Smart, skjótt og smidligt
Við okkara framkomnu Pre-Order skipan kanst tú bíleggja og gjalda tínar vørur her á heimasíðuni. Vit pakka vøruna alt fyri eitt og hava hana klára til tín at avheinta í okkara sergjørdu skápum, ið standa mitt í DutyfreeFAE handlinum.
Hvør kanna keypa Pre-Order
- Øll ferðandi kunnu keypa vørur til egna nýtslu uttan at rinda toll- og avgjald so leingi sum nøgdin heldur seg innanfyri galdandi reglur um innflutning. Er talan um rúsdrekka og tubbak, skal ein vera fyltur 18 ár.
- Les meira her, hvat tú sum ferðandi kanst keypa frá okkum uttan at skula rinda toll- og avgjald.
- Fyri at kunna keypa Pre-Order, skalt tú nýta gjaldskort at gjalda við.
Nær kanst tú keypa Pre – order
Tú kanst bíleggja alt samrøgri á dutyfree.fo.
- Um vøra er útseld, ber ikki til at bíleggja vøruna, tí vit tíverri ikki altíð kunnu tryggja, at vøran er tøk, tá ið hon skal avheintast.
- Tú kanst tó altíð gera eina nýggja bílegging, um til dømis ein útseld vøra aftur er tøk. Minst bara til, at tú so hevur fleiri bíleggingar, ið skulu heintast.
Bíleggjast kann:
- í fyrsta lagi 7 dagar frammanundan tína komu ella fráferðí Vága Floghavn.
- í seinasta lagi 2 tímar áðrenn tú ferðast um flogvøllin. Vit fáa ikki avgreitt bíleggingar, ið koma seinni enn 2 tímar undan tínari komu ella fráferð.
- Um tú bíleggur Pre - order frá heimasíðuni, er minsta upphæddin pr. ordra 50,00 DKK ella 7,00 Euro. Í okkara handil er tó einki minstamark.
Soleiðis bíleggur tú
Les meira her, hvussu tú bíleggur beinleiðis umvegis Pre-Order - skipanina.