Alt
 
í tíni kurv
 
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Prísur: 0 kr
2.500 kr
Vørumerki:
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur

Soleiðis bíleggur tú Pre-Order

Her kanst tú fáa góð ráð um, hvussu tú kanst bíleggja og gjalda beinleiðis á heimasíðuni.

 

1. Plussbrúkari ella ikki

  • Plussbrúkari. Ert tú Plussbrúkari, skalt tú rita inn við tínum brúkara, so tú kanst fáa avsláttarstig fyri alt tað, ið tú keypir á heimasíðuni. Tú ritar inn við tínari teldupostadressu og loyniorði á forsíðuni. 
    Bíleggur tú Pre-Order, fært tú dubult avsláttarstig fyri hvørja krónu, ið tú keypit fyri.
    Les meira her um avsláttarstig. Minst bara til at hava innritað við tínum brúkara, áðrenn tú byrjar títt keyp.

  • Ikki Plussbrúkari. Tú kanst eisini bíleggja á heimasíðuni uttan at vera Plussbrúkari, men tá kanst tú ikki savna tær avsláttarstig. Les her, hvussu tú skrásetur teg sum Plussbrúkara.

2. Finn vøru 

  • Í forsíðuni kanst tú nýta leitifunkuna til at finna allar vørur, ið eru á goymslu.
  • Tú kanst leita eftir vørum á ymsan hátt og eisini samanseta ymisku leitimøguleikarnar, so tú finnur røttu vøruna:


    • FRÍTEKSTUR 
      • Tú skrivar heiti á vøruni Í leititeigin og leitar skipanin alla vøru fram, ið samsvarar tín leititekst.
      • Legg til merkis, at tú frammanfyri leititeigin kanst seta filtur á, hvønn vørubólk tú leitar innanfyri.
      • Alt er standardfiltur og verður tá leitað í øllum vørubólkum.    




    •  VØRUBÓLKAFILTUR
      • Frammanfyri leititeigin kanst tú velja vørubólkafiltur og avmarka teg til ávísan vørubólk.
      • Um tú ynskir at nullstilla filtur, skal tú trýsta á .  





    • PRÍSLEITING
      • Undir leititeiginum ber eisini til at leita við at áseta minsta og mesta prís á vørum, ið leita verður eftir.




    • VØRUMERKI
      • Eisini ber til at velja at leita eftir ymiskum vørumerkjum, ið eru á goymslu. 




    • TILBOÐ BEINT NÚ
      • Tú kanst eisini velja at síggja alla vøru, ið vit hava serlig tilboð uppá beint nú:    

      • Tilboðini eru vanliga skipað soleiðis:

        • Prosentavsláttur. Vøra, har prósent avsláttur verður givin í tilboðstíðarskeiðinum, verður lýst við:
          • Prosentavslátri
          • Verandi prísur
          • Upprunaprísur


        • Mongdaravsláttur. Við mongartilboðum verður upplýst:
          • Tal av vøru og prísur, ið mongdaravsláttur er galdandi fyri
          • Upprunaprísur fyri 1 stk. av vøruni.



        • 3 fyri 2 tilboð. Fyri hesi tilboð er galdandi, at tú kanst keypa 3 eindir av ásettum tilboðsvørum, har tú fær tí bíligastu av teimum trimum vørunum ókeypis. Her verður upplýst: 
          • 3 fyri 2, tvs. at vøra er partur av hesum tilboðspakka.
          • Upprunaprísur fyri 1 stk. av vøruni.



             
    • NULLSTILLAÐ LEITING
      • Um tú ynskir at byrja av nýggjum at leita, kanst tú trýsta á krossin aftanfyri leititeigin. 



3. Koyr í innkeypskurv

Tá ið tú hevur funnið tína vøru, kanst tú koyra hana í tína innkeypskurv .
Eisini ber oftast til at velja mognd av vøruni við at nýta +/- ella skriva nøgv í teigin:

Ovast á síðuna ber altíð til at síggja sína innkeypskurv:

 



4. Vís innkeypskurv

Tú kanst altíð kanna tína innkeypskurv og hevur fylgjandi møguleikar: 

  • Tú kanst rætta nøgd á vøru ella strika vøru.
  • Keyp meira. Far aftur til forsíðu og bílegg meira.
  • Tøm innkeypskurv. Strika alla vøru, ið er í innkeypskurvini.
  • Útskriva innkeypskurv. Skriva vørulistan út á printara.
  • Send kurv sum teldupost. Tú kanst senda vørulistan til teldupostadressu hjá tær ella øðrum persónum.
  • Bílegg vøru. Vel Bílegg vøru fyri at bíleggja Pre-Order. 

 

5. Bílegg vøru

Tá ið tú hevur valt Bílegg vøru, skalt tú avgreiða tína bílegging endaliga:

Tryggja tær væl, at allir teigar eru skrásettir rætt:

  • Navn á keypara/móttakara

  • Teldupostadressa
    • Her fært tú bæði váttan um tína bílegging og at vøran er klár at heinta.
    • Tá vøran er klár at heinta, fært tú eisini eina váttan við upplýsingum um:
      • Skápsnummar (skápið, har tín vøra er klár at heinta)
      • PIN - koda at opna skápið við
      • Skrikukoda, ið tú eisini kann nýta til at opna skápið við.
    • Kanna væl eftir í teldupostinum, at eingin vøra manglar. Sum so er, kann hon vera útseld.
    • Um tú ikki móttekur váttan eftir eina løtu, vinaliga kanna mappuna fyri spam/uøsnket post.

  • Telefonnummar
    • Tryggja tær, at telefonnummari er rætt. Tú fær eina váttansendandi sum SMS tá ið vøran er pakkað og síðani ein SMS við:
      • Skápsnummari (skápið, har tín vøra er klár at heinta).
      • PIN - koda at opna skápið við.

  • Veitingardagur og veitingartíðspunkt
    • Dagur og tíðspunkt, tá ið tú væntandi ferðast um Vága Floghavn.
    • Um órógv verður á flogferðsluni, taka vit hædd fyri hesum og bíðar vøran framvegis eftir tær.
    • Um tú broytir komu ella fráferð ein ella fleiri dagar, kanst tú boða okkum frá her - so rætta vit tína bílegging eftir avtalu. 

  • Nýt tíni tøku avsláttarstig. Um tú ynskir at brúka tínu avsláttarstig, ið eru tøk á tínum brúkara, kasnt tú velja hetta.

  • Eg góðkenni keypstreytirnar. Váttað, at tú góðtekur okkara keypstreytir. Les meira um galdandi handilstreytir her.

Tá allir teigar eru rættir, kanst tú velja at fara Víðari.

 

6. Gjald

Eftir er bert at velja slag av gjaldskorti og avgreiða gjaldið.
Til ber at gjalda við:

  • Dankort/VISA - Dankort
  • MasterCard
  • Maestro
  • VISA
  • VISA Electron
  • American Express
  • JCB

 

7. heinta tína vøru Í DUTYFREEFAE

  1. Tú kanst tú heinta tínar vørur í okkara Pre-Order - skápum, ið standa mitt í okkara DutyfreeFAE - handli.
  2. Tú heintar vøruna við at nýta Pin- ella strikukoduna, ið tú hevur fingið sendandi frá okkum og ritar hetta inn á eina av teimum báðum kundaterminalunum, ið eru knýttir til skápini.
  3. Fylg síðani vegleiðingini á skýggjanum. 
  4. Í serligum førum skal vøran heintast við kassa 4, beint við kafeteria og fært tú boð um hetta.

  • SMS váttan við skápsnummari og PIN - kodu:



  • Teldupostur við skápsnummari, PIN - kodu og strikukodu:

 

Brúkarahjálp

Hevur tú tørv á hjálp í sambandi við bílegging og heintan av vøru, ert tú vælkomin at spyrja okkara starvsfólk í staðnum ella seta teg í samband við okkum her.