Alt
 
í tíni kurv
 
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Prísur: 0 kr
2.500 kr
Vørumerki:
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur

Bílegg frammanundan og spar tíð

 

Smart, skjótt og smidligt

Við okkara framkomnu Pre-Order skipan kanst tú bíleggja og gjalda tínar vørur her á heimasíðuni. Vit pakka vøruna alt fyri eitt og hava hana klára til tín at avheinta í okkara sergjørdu skápum, ið standa mitt í DutyfreeFAE handlinum. 

 

Hvør kanna keypa Pre-Order

  • Øll ferðandi kunnu keypa vørur til egna nýtslu uttan at rinda toll- og avgjald so leingi sum nøgdin heldur seg innanfyri galdandi reglur um innflutning. Er talan um rúsdrekka og tubbak, skal ein vera fyltur 18 ár.
  • Les meira her, hvat tú sum ferðandi kanst keypa frá okkum uttan at skula rinda toll- og avgjald. 
  • Fyri at kunna keypa Pre-Order, skalt tú nýta gjaldskort at gjalda við.

 

Nær kanst tú keypa Pre – order

Tú kanst bíleggja alt samrøgri á dutyfree.fo.

  • Um vøra er útseld, ber ikki til at bíleggja vøruna, tí vit tíverri ikki altíð kunnu tryggja, at vøran er tøk, tá ið hon skal avheintast.
  • Tú kanst tó altíð gera eina nýggja bílegging, um til dømis ein útseld vøra aftur er tøk. Minst bara til, at tú so hevur fleiri bíleggingar, ið skulu heintast. 

Bíleggjast kann:

  • í fyrsta lagi 7 dagar frammanundan tína komu ella fráferðí Vága Floghavn.
  • í seinasta lagi 2 tímar áðrenn tú ferðast um flogvøllin. Vit fáa ikki avgreitt bíleggingar, ið koma seinni enn 2 tímar undan tínari komu ella fráferð.
  • Um tú bíleggur Pre - order frá heimasíðuni, er minsta upphæddin pr. ordra 50,00 DKK ella 7,00 Euro. Í okkara handil er tó einki minstamark.

 

Soleiðis bíleggur tú

Les meira her, hvussu tú bíleggur beinleiðis umvegis Pre-Order - skipanina.