Alt
 
í tíni kurv
 
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Prísur: 0 kr
2.500 kr
Vørumerki:
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur

Handilstreytir fyri keyp á dutyfree.fo

Prísir
Allir prísirnir er í føroyskum krónum (DKK) ella í evrum (EUR) . Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum.

Gjald
Allar bíleggingar, ið vera gjørdar umvegis heimasíðuna hjá DutyfreeFAE skulu gjaldast við gjaldskorti, har upplýsningarnir um gjaldskortið skulu latast tá tú bíleggur ordran frá okkum. 

Tú kanst í løtuni gjalda við Dankort/Visa-Dankort, men um stutta tíð ber eisini til at gjalda við vanligastu gjaldskortunum, so sum Visa Electron, JCB og MasterCard. Samlaða upphæddin verður tikin av kontuni, tá tín vøra er avheinta í okkara Dutyfree – handli í Vága Floghavn. Vøra , ið er bíløgd beinleiðis á okkara heimasíðu, men sum er útseld ella á annan hátt ikki er tøk, verður strikað áðrenn vit avrokna samlaðu upphæddina.
Meiri kann lesast um gjaldskort á http://www.nets.eu/dk-da/Pages/default.aspx.

Bílegging
Bíleggingar skulu verða inni 3 tímar áðrenn fráferð ella komu. Vøran kann heintast í okkara Dutyfree – handli í Vága Floghavn, og er tøk til avheintingar so leingi sum tú ferðast í tollfría økinum í Vága Floghavn. Ordrar, ið ikki eru avheintaðir sama dag sum tú í sambandi við tína bílegging hevur fráboða tín fráferð ella komu, verða strikaðir saman við gjaldingini.
Legg til merkis, at tú mást vera 18 ár ella eldri fyri at vit kunnu útflyggja bíleggingar, ið innihalda rúsdrekka- ella tubakksvørur. Um neyðugt, kunnu vit krevja samleikaprógv, áðrenn vøran verður útflýggja

Váttan fyri móttøku
Tá bílegging er gjørd fáa tygum sendandi váttan fyri móttøku av bíleggingini umvegis teldupostadressuna, ið tú hevur skrásett í sambandi við keypið.

Afturbering ella umbýtinga av vøru (Reklamatión)
Um vørar ikki er sum hon skal vera, kann hon latast inn aftur ella býtast um í okkara handli í Vága Floghavn. Er tín fráferð ella koma á flogvøllin avgreidd, kanst tú venda tær til okkara umvegis telefon ella teldupost fyri at fáa hetta avgreitt: 
Telefon: +298 33 13 24
Teldupostur: dutyfree@dutyfreefae.fo

Trygd
Øll gjøld umvegis okkara heimasíðu verða gjørd umvegis SSL - trygdarprokollina SSL, ið tryggjar, at óviðkomandi ikki fáa atgongd til upplýsningar, ið tú letur í sambandi við keypið. Les meira um trygdina á: http://www.nets.eu/dk-da/Produkter/betaling-med-kort/dankort/sikkerhed/Pages/default.aspx#tab1.

Samband
Til ber at seta seg í samband við okkum:
Duty Free FAE
c/o Vága Floghavn
380 Sørvágur
Telefon: +298 33 13 24
Teldupostur: dutyfree@dutyfreefae.fo
V-tal: 607436